Forsíða
Økt virksemi á Klaksvíkar bókasavni PDF Print E-mail

klaksÁ heimasíðuni hjá Klaksvíkar bókasavni siga tey frá, at har hevur verið stórur vøkstur í útláninum í fjør.
 
Útlánið á Klaksvíkar bókasavni hevur ongantíð verið so høgt sum í 2011.
Í farna ári vóru 28.602 bøkur læntar út, og er hetta met hjá bókasavninum.


Samanborið við 2010 eru 1.600 bøkur fleiri læntar út í 2011. Á bókasavninum hava tey merkt, at tað hevur verið meira at gjørt í fjør í mun til onnur ár.
Serliga í sambandi við uppgávur hjá miðnáms- og fólkaskúlanæmingum, men eisini í heila tikið hava fleiri vitjanir verið í ár, og hetta fegnast tey um áimg_0646-1 bókasavninum.
Undirsjóvartunnulin ger, at eisini nógv fólk úr Eysturoynni og aðrastaðni í landinum koma at lána á Klaksvíkar bókasavni.




Nú kann tað vera trupult at gera av, júst hví Klaksvíkar bókasavn hevur havt økt virksemi, og tey á bókasavninum hava gjørt sær nakrar metingar um hetta.

Royndir vísa kortini, at bókasøvn verða meira brúkt, um tey hava starvsfólk við fakútbúgving og annars eru væl mannaði. Annað, sum ger góðan mun, er eitt nú, at bókasøvn eru sjónlig og eru har, sum fólk koma ella ganga. At tey hava ein góðan, dagførdan og viðkomandi bókastovn og eisini kunnu bjóða lánarum aðrar miðlar enn bøkur til láns.
Bókasøvn sum hava ymist virksemi fyri lánararnar, sum fær teir at koma á gátt, og sum hava virksemi og hugskot við støði í lokaløkinum, plaga vanliga at klára seg væl.

Og síðst, men ikki minst, so hevur tað nógv at siga, at bókasøvnini fáa stuðul og neyðugan styrk frá politisku myndugleikunum á staðnum, sum varða av mentanini.


klaks_1

  unece uneca worldehealth hiv videos holiday turkey norway tourism porno izle porno izle porno izle pornolar porno izle