 Útgáva av bókmentaligum tilfari á netinum er sum kunnugt í stórari menning. At veita atgongd til elektroniskar útgávur á netinum, tað verið seg greinir, bøkur ella annað tilfar, er ein av høvuðsuppgávunum hjá bókasøvnunum; serliga fak- og granskingarbókasøvnum.
Tað hevur verið, og tað er enn so, at tað skal gjaldast rættiliga nógv fyri at fáa atgongd til t.d. vísindaligt tilfar á netinum. Og samstundis eru bókasøvnini fyri støðugt skerdum játtanum. Tí hevur verið leitað eftir øðrum hættum at breiða út vitan, so at vit í størri mun kunnu liva upp til kravið um atgongd hjá øllum til vitan.
Open Access er ein nýggjur útgávuháttur, sum er vorðin vanligur við internetinum. Internetið ger tað munandi lættari at geva út skrivlig avrik ella granskingarúrslit, og hetta saman við nýggju netmiðlunum ger tað nú bæði einfalt og lætt hjá einstaklingum at geva seg til kennar fyri eini størri fjøld. Nú ber til í enn størri mun enn áður at geva út á egnum forlagi, sum sjálvandi kann hava bæði fyrimunir og vansar við sær.
Open Access merkir, at brúkarin hevur beinleiðis atgongd til t.d. skrivligt tilfar, greinir ella bøkur, uttan nakrar forðingar ella krøv um atgongugjald. Open Access-tilfar er vanliga vart av upphavsrætti, sum alt annað útgivið tilfar.
Bókasøvnini hava verið ídnir forsprákarar fyri Open Access, tí hetta hugtakið er í samsvar við gamla bókasavnstankan. Granskarar, lærdir háskúlar og granskingarstovnar leggja nú meira dent á, at teirra gransking skal gerast kend og gera mun. Royndir vísa, at greinir, sum koma út sum Open Access, oftari verða brúktar og endurgivnar enn greinir, sum bert eru atkomiligar móti gjaldi. Tað hevur eisini verið víst á, at nógv gransking jú er fíggjað av tí almenna, so tað er at gjalda dupult at verða noydd at keypa úrslitini frá slíkari gransking aftur frá privatum útgevarum.
Tað hendir nógv á hesum øki, sum tað ikki eru umstøður at viðgera nærri á hesum sinni.
Her skulu vit bara vísa til E-feingi, sum Landsbókasavnið umsitur. Á undirsíðuni http://www.flb.fo/efeingi/hent.htm (VÍSINDALIGT TILFAR & SØVN) eru fleiri leinki til Open Access-tilfar.
Av nýkomnum her kunnu vit nevna OAPEN (Open Access Publishing in European Networks), sum er eitt samstarv um eina Open Access-útgávuskipan fyri bøkur til hægri lestur innan hug- og samfelagsvísindi. Lesið meira um hetta á http://project.oapen.org/index.php/about-oapen
Eins og Open Access-tíðarritini hava sítt yvirlit, DOAJ, so er nú eisini eitt yvirlit yvir Open Access-bøkur: DOAB, sum skal gera tað lættari at leita eftir bókum, sum akademisk forløg geva út sum Open Access.

|