Forsíða
Landsbókasavnið sett nýggjar leiðarar PDF Print E-mail

flb11Í hesum tíðum noyðist Landsbókasavnið sum flestu aðrir almennu stovnar at leggja enn meira dent á at menna síni strategisku virkisøki. Í tí sambandi eru tvey av starvsfólkunum nú sett sum leiðarar á ávikavist Tjóðbókaskránni og Føroyadeild.

Frá 1. september í ár er Laura Vinther, bókavørður, sett sum leiðari fyri Tjóðbókaskránna, og Sólvør Henriksen, bókavørður, er sett sum leiðari fyri Føroyadeild.

Tær báðar mynda nú bókasavnsfrøðiliga leiðslutoymið á Landsbókasavninum saman við Anniku Smith, 1. bókavørði, sum er leiðari fyri Miðling og Bókastovuna, og Erhard Jacobsen, sum er leiðari á Landsbókasavninum.

Í deildini Miðling og Bókastovan eru umframt Anniku Smith, 1. bókavørður, eisini tríggir samskiparar. Elsa Thomsen, skrivstovufólk, er samskipari fyri Avgreiðsluna, Hallgerð Færø, skrivstovufólk, er samskipari fyri Innkeypið, og Sóleyg Kjærbæk, bókbindari, samskipar og stendur fyri klárgering av bókasavnstilfari og bókabinding.

Landsbókasavnið skal røkja nógvar og fjølbroyttar uppgávur, ynskini um tænastur gerast fleiri, og samstundis er  tilfeingið mangan avmarkað.
Tí verður roynt innanfyri teir karmar, savnið hevur at virka undir, at kunna avrika sum mest og har tað munar best.

Vit ynskja nýggju leiðarunum góða eydnu við størvunum.


Stovnsskipanin á Landsbókasavninum.
solvor













Sólvør Henriksen


laura













Laura Vinther